Í eini grein á in.fo 3. januar spyr løgtingskvinnan Súsanna Bertholdsen, hvat eitt nøktandi ferðasamband til Suðuroynna er – og hetta er ein góður spurningur. Men í hesum sambandinum samanber hon túratalið til m.a. Nólsoyar við túratalið hjá Smyrli til Suðuroyar. Eg ynski suðuroyingum eina góða og trygga farleið, men tað gevur onga meining at samanbera hesar báðar farleiðirnar. Tað er misvísandi og órættvíst móti bæði nólsoyingum og suðuroyingum. Tí Nólsoy er ein pinkalítil bygd á útoyggj og vit liva við øðrum beininum í Havn frá barnsbeini av. Eg skal bara vísa á nøkur fá dømi um tað:
- Nólsoyarbørn fara longu til Havnar í skúla í 7. flokki (partvís) og 8. flokki (full time), og tey vera longu tá noydd at pendla til Havnar allar gerandisdagar. Í Suðuroy kunnu tey ganga allan fólkaskúlan á oynni - og miðnámsskúlan við.
- Flestu nólsoyingar arbeiða í Havn – vit eru um 50-60 fólk, sum pendla hvønn dag.
- Nólsoyingar fara til Havnar, tá teir skulu til lækna og ella á sjúkrahús. Í Suðuroy hava tey bæði læknar og sjúkrahús.
- Nólsoyingar fara eisini til tannlækna í Havn - bæði børn og vaksin. Í Suðuroy hava tey tannlæknar.
- Nólsoyingar fara til Havnar til frisør - tað mugu suðuroyingar ikki, mær vitandi.
- Í Nólsoy eru eingin skipað ítróttalig og mentanarlig tilboð til børn, ung og vaksin. Vit hava ikki eingong eina líkinda fimleikahøll í bygdini. Í Suðuroy hava tey bæði svimjihøll og ítróttarhøll - og enntá ein Ítróttarháskúla. Nólsoyingar – bæði børn, ung og vaksin - pendla til Havnar, at ganga til fótbólt, hondbólt og annan ítrótt. Men eisini til musikkskúla, kvøldskúla og onnur mentanarlig tilboð.
- Nólsoy er ein handil og tað er Matvørubúðin í Nólsoy, sum vit eru so sera takksom fyri. Vit hava ongar klædnahandlar ella aðrir "serhandlar". Vit fara til Havnar at keypa alt annað enn matvørur.
Tað átti av verið týðiligt – eisini fyri Súsonnu Bertholdsen - at tað ikki ber til at samanbera Nólsoyar bygd við alla Suðuroynna, sum er ein stór oyggj við 4.500 íbúgvum. Tað er hinvegin rímiligt – og gevur góða meining - at samanbera Nólsoy við Kalsoynna. Og vit í Nólsoy ynskja okkum eina eins góða ferðaætlan, sum Kallsoyingar hava.
Vit mangla ein túr til skúlabørnini, sum ongan dag eru heima fyrr enn kl. 17!! – og tey ganga í tímavís í Havn og bíða eftir at sleppa til hús – allar gerandisdagar, alt árið runt. Og somuleiðis sleppa foreldur heldur ongan dag eftir børnum sínum fyrr enn kl. 17 - nólsoyarbørn hava helst tað syrgiliga metið, at tey hava Føroya longstu dagar á dagstovni.
Allar oyggjar skulu hava eitt gott og trygt ferðasamband – og tað ynskja vit avgjørt eisini suðuroyingum. Vegurin fram er at stuðla hvørjum øðrum í arbeiðinum fram ímót hesum máli – og ikki at niðurgera tørv og ynskir, sum aðrar bygdir/oyggjar seta fram.
Vígdis Bjarnadóttir











