Kurdar í túsundatali gerast kristnir

Irak: Hóast ófrið og áhaldandi forfylging av teimum kristnu, koma fólk í hópatali til trúgv. Mission Network News veit at siga, at tær vanligu kristnu samkomurnar í Irak fækkaðu niður í eina helvt eftir Golf-kríggið í 90?unum, men nú tykist vend at vera komin í.

Í túsundatali av muslimum gerast nú kristnir kring alt landið. Carl Moeller, leiðari í kristna felagsskapinum Open Doors í USA sigur, at haldgóð prógv eru fyri at irakar í stórum tali venda sær til Jesus.

? Í Kurdistan, har norðuri í landinum, finst enntá ein samkoma við ?muslimskari bakgrund?.

Fyri einum ættarliði síðani hevði verið púrasta óhoyrt at tosa um eina kurdiska samkomu. Í dag finnast í túsundatali av kristnum kurdum við muslimskari bakgrund, sigur Carl Moeller.