Kurdarnir vilja hava størri part av Irak

Kurdarnir í Irak krevja nú at fáa ein størri part av landinum, og tað forðar fyri, at Irak fær nýggja stjórn

Seinastu vikuna hava shiamuslimskir og kurdiskir leiðarar sitið við samráðingarborðið í býnum Ibril og tingast um at skipa eina samgongustjórn. Tann sjiamuslimska samgongan hevur 140 av teimum 275 limunum í tí nývalda tinginum í Bagdad, men fyri at skipa stjórn skal hon hava tveir triðingar av tinginum aftan fyri seg. Tí roynir samgongan at fáa stuðul frá teimum 75 kurdisku tinglimunum.

Aftur fyri stuðul eru shiamuslimarnir gingnir við til, at kurdiski leiðarin, Jalal Talebani, verður irakskur forseti. Men kurdarnir hava eitt krav afturat. Teir krevja, at tað sjálvsstýrandi kurdiska økið verður víðkað suðureftir, soleiðis at tað eisini umfatar oljubýin Kirkuk, men tað vilja shiamuslimarnir ikki ganga við til.

Kirkuk er yvirhøvur ein umstríddur býur. Upprunaliga búðu kurdar har, men í einari roynd at gera býin "arabiskan", rak Saddam Hussein kurdarnar úr býnum. Siðani kríggið eru nógvir kurdar komnir aftur til Kirkuk, og nú krevja kurdarnir, at býurin verður partur av tí kurdiska sjálvsstýrisøkinum, skrivar AP.

Eitt annað, sum darvar samstarvinum ímillum shiamuslimarnar og kurdarnar er, at kurdarnir hava ikki fult álit á komandi shiamuslimska forsætisráðharranum, Ibrahim al-Jaafari. Teir óttast fyri, at hann fer at virka fyri einum strongum islamistiskum stýri í Irak, og tí vilja nógvir kurdar heldur hava tann hóvliga Ayad Allawi at halda fram sum stjórnarleiðari.

Upprunaliga var ætlanin, at tað nývalda tingið skuldi koma saman í morgin, men fundurin er útsettur orsakað av ósemjuni ímillum shiamuslimarnar og kurdarnar. Sambært AP vænta eygleiðarar, at tað kann taka drúgva tíð at loysa óemjuna.