Triðbesta deildin í Noregi fór av bakkastokki í farna mánaða, og sæð við føroyskum eygum er serliga áhugavert, at føroyskur venjari stendur á odda fyri einum av væntaðu oddaliðunum. Og soleiðis er eisini. Elnesvågen, har Kurt Mørkøre er venjari, hevur vunnið sær seks stig av níggju møguligum, og liggur í løtuni á triðja plássi í deildini. Um vikuskiftið vann Elnesvågen sannførandi 7-2 sigur á Surnadal, sum í løtuni liggur á fimta plássinum.