Aftaná heiðurliga avrikið móti Jersey ígjár, har kurvabóltsliðið bert tapti 74-79 móti Jersey rendi okkara menn seg í eitt krútsterkt lið í kvøld.
Mótstøðuliðið var Guernsey, ið tapti 63-71 móti Saaremaa í tí fyrsta dystinum.
Guernsey vann greitt 76-31 móti Føroyum, ið ikki slapp líka nógv til orðanna í kvøld. Saaremaa vann 68-35 móti Jersey, so klokkan 11.30 í morgin fær føroyska liðið aftur sína sak fyri, tá Saaremaa verður mótstøðuliðið.