Loftverjan í Kuwait er virkin til tess at steðga fíggindaligum dronu-og rakettálopi móti landinum.
Tað upplýsir verjan í Kuwait.
Almenna tíðindastovan Kuna veit at siga, at loftávaring er um alt landið, men einki ítøkiligt verður sagt um, hvat er á vási.
Á eini X-tænastu, sum deilir almennar fregnartænastuupplýsingar, sigur loftverjan í Kuwait:
- Møguligar spreingingar, sum kunnu hoyrast, eru frá niðurskjóting av fíggindaligum dronum og rakettum.
Lesið eisini: USA hevur lopið á fleiri mál í Iran
https://www.in.fo/news-detail/usa-hevur-lopid-a-fleiri-mal-i-iran-um-vikuskiftid











