Næstan allir nýggir privatbilar eru elbilar

Sølan av elbilum heldur fram at vaksa í Danmark. Í mai vórðu 19.092 nýggir bilar skrásettir, og av teimum vóru 15.020 elbilar.

Tað vísir ein nýggj uppgerð frá vinnufelagnum Mobility Denmark.

Elbilar stóðu sostatt fyri 78,7 prosentum av øllum nýggjum bilum, sum vórðu skrásettir í mánaðinum.

Millum privatpersónar var elbila-parturin uppaftur hægri. Har vóru 95,8 prosent av øllum nýggjum bilum elbilar.

Sambært stjóranum í Mobility Denmark, Mads Rørvig, eru tað serliga lægri avgjøld á elbilar og eitt størri úrval av modellum, sum dríva menningina.

– Tað er serliga partvísi avgjaldslættin á elbilum og eitt betri útboð av elbilum, sum gera, at tað gongur so skjótt beint nú, sigur hann.

Elbilar hava seinastu árini vunnið alsamt størri marknaðarpart í Danmark, og tølini fyri mai vísa, at teir nú nærmast hava yvirtikið privatmarknaðin.

Tølini fyri bilasøluna í Føroyum fyri mai mánað eru ikki kunngjørd enn.