Talan var um tveir mans við hvør sínum ferðalag. Annar var breti og hin póllendingur.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at annar ferðaleiðarin bíðaði eftir ferðalag, sum skuldi koma til Føroya, hin var við einum ferðalag norðanfyri.
Løgrelgan fær nógvar fráboðanir frá fólki, sum halda seg síggja útlendskar ferðaleiðarar, sum arbeiða ólóglliga. Leygardagin segði vaktleiðarin á politistøðini, at tey fáa einar 12-15 fráboðanir um dagin, har fólk senda myndir ella teldupostar, tí tey hava illgruna um onkran útlending, sum arbeiðir ólógliga innan ferðavinnu.
So hetta fyllir sera nógv hjá løgregluni í hesum døgum.
Hesir fingu so 50.000 krónur í bót í part, sum teir vórðu noyddir at gjalda og vórðu sendir av landinum.
– Vit vóna, at hetta skapar eksempul, sum breiðir seg í vinnuni, so hetta ólógliga virksemið steðgar ella minkar – og soleiðis at ferðaleiðarar fylgja reglunum framyvir, sigur vaktleiðarin.











