Tað upplýsir vaktleiðarin á politistøðini i Havn í morgun.
Teir vóru handtiknir fyri ikki at halda tey boð, sum sýslumaðurin hevði givið – og vóru farnir inn um girðingarnar og órógvaðu soleiðis springaradrápið, sum var har mikukvøldið.
Teir fingu soleiðis "linastu revsing", um vit so kunnu siga.
Vaktleiðarin sigur, at aktivitar hava ikki gjørt nakað serligt brot í sambandi við grindadráp seinastu árini. Teir taka myndir og fóru "bara" innum girðingina, sigur hann.
Teir fingu tí 1.000 krónur í bót og vóru ikki vístir av landinum.











