Í kvøld kunnu hesi vinna heiðursløn

Norðurlendskar heiðurslønir verða handaðar í kvøld

Í kvøld verða heiðurslønirnar hjá Norðurlandaráðnum handaðar í Oslo. Norðurlandaráðið letur heiðurslønir innan bókmentir, film, umhvørvi og tónleik.

Fleiri føroyingar eru í uppskoti at vinna eina heiðursløn í kvøld.

Rithøvundin Jóanes Nielsen er tilnevndur til bókmentaheiðurslønina fyri yrkingasavnið »Gudahøvd«. 

Bárður Oskarsson er í uppskoti til heiðurslønina fyri barna- og ungdómsbókmentir fyri bókina »Træið«. Rakel Helmsdal er saman við tveimum øðrum rithøvundum tilnevnd til heiðurslønina fyri barna- og ungdómsbókmentir fyri bókina »Skrímsli í vanda«. 

Hamferð er í uppskoti til tónlistaheiðurslønina. 

Og Green IQ er tilnevnt til umhvørvisheiðurslønina.

Teir fimm vinnararnir fáa eina standmynd og 350.000 krónur.

Heiðurstiltakið hjá Norðurlandaráðnum verður sent í øllum norðurlondum kl. 18:45 í kvøld. Tað kann stroymast á heimasíðuni hja Kringvarpinum og verður sent í Sjónvarpinum eftir Dag & Viku.