Talan er um somu vælumtøktu kvøldsetan, sum var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 29. oktober, sum verður endurtikin í Norðurlandahúsinum í kvøld Í kvøld klokkan 19 verður ein kvøldseta í Norðurlandahúsinum um seyð og fjallgongu.
Talan er um somu vælumtøktu kvøldsetan, sum var í Mentanarhúsinum 29. oktober.
Magna Thomassen, lærari, dóttir Petrinu og Robert Joensen, fer at siga frá um faðir sín. Kristin Poulsen, lærari, fer at siga frá seyðasøgum og seyðarakstri í Fuglafirði.
Jákup Pauli Johannesen,arkitektur, sigur um hugaheimin í samband við at hava seyð og søgur frá faðir sínum, Evaldi Johannesen. Petur Martin Petersen, kunningarstjóri, ber fram yrking um seyð og seyðahald, sum hann hevur yrkt og Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, fer at siga frá seyðarakstri á Skarvanesi.
Niels Midjord fer eisini at syngja tann tiltikna sangin: ?Fimm feitar flugur?.
Vístar verða myndir við uppvørp á veggin á stórum hvítum dúki frá fjallgongu í Klemmuni, Gjógvará, Fjalli, Skarðhaga, á Góðadali, Rustini og ein lítil filmur verður vístur, sum Kjartan Madsen, fotografur, tekur sær av.
Ein te- og kaffidussur verður í steðginum.
Atgongumerki kostar 50 krónur.
Frits Johannesen hevur lagt kvøldsetuna til rættis.