Kvarta millión fylgjarar upp á eitt døgn

Rúrik Gíslason fekk hálvan tíma á vøllinum og bleiv kendur í Suðuramerika.

HM í fótbólti er ein av størstu pallunum, sum tú kann vísa teg fram á. Tað kann íslendski fótbóltsspælarin, Rúrik Gíslason, ásanna, nú hann er vorðin kendur í Suðuramerika eftir einum degi.


Undan dystinum hjá Íslandi ímóti Argentina í gjár hevði Rúrik Gíslason áleið 50.000 fylgjarar á sosiala miðlinum, instagram, men eftir at hann varð innskiftur í seinna hálvleiki í hesum dystinum, sum endaði við 1-1-javneleiki, broyttist alt fullkomiliga.


30 ára gamli Sandhausen-spælarin hevur fingið útvið eina kvarta millión fylgjarar afturat. Hann er farin frá at hava 50.000 fylgjarar til at hava 287.000 fylgjarar bara eitt døgn seinni, og fylgjaraskarðin bara veksur og veksur við túsundtals fylgjarum hvønn einasta tíma.


RT skrivar, at tað óivað er vegna útsjóndina, at Rúrik hevur fingið somikið nógvar fylgjarar afturat, og at flestu fylgjararnir eru ungar kvinnur úr Suðuramerika, har Rúrik var á flestu sjónvarpsskíggjunum í Argentina-dystinum í gjár.


Fylgjaraskarðin tók veruliga dik á seg, tá ið kendi argentiski sjónleikarin, Gabriela Lopes, legði eina mynd út á instagram av Rúriki Gíslasyni til sínar tveir milliónir fylgjarar við tekstinum “hvussu ber tað til at vera so vakur?”