Kvf er mikrofonhaldari fyri Tjóðveldi

Tað sigur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

– Hvat hugsar KVF fyri sær sum ein almennur public service stovnur? 

Tað sigur hann eftir at hava hoyrt tíðindini á middegi í útvarpinum hjá Kringvaprinum. 

Í beinleiðis sending klokkan 11 í morgun vóru Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum bodnir at kjakast um heimsstøðuna og ríkisrættarligu støðuna, nú so mangt broytist í heimsstøðuni – serliga av amerikanska forsetanum Donald Trump.

– Eitt gott og javnbjóðis kjak soleiðis sum tað eigur at verða og takk til Inga Rasmussen fyri tað. Vónandi fekk lurtarin eina góða løtu at lurta eftir okkara sjónarmiðum, tí samdir eru vit ikki tá tað kemur til loysing og samband.

Men eftir kjakið teirra millum, sum Ingi Rasmussen stýrdi, var samrøða við Erling Eidesgaard í tíðindinum klokkan 12:20. 

Tað er hetta, sum Johan Dahl er sera misnøgdur við.

– Men hvat hevur KVF og Annika Bolton Mortensen so gjørt? spyr Johan Dahl.

– Jú, tey hava gjørt eina einsæris samrøðu við Erling Eidesgaard, áðrenn eg kom niðan í KVF í morgun, har hann fær fría mikrofon at tosa sitt fullveldistos og koma við sínum ultranationalistisku meiningum um ríkisfelagskap, Føroyar og Grønland og Loysing, skrivar Johan Dahl á Facebook fyri løtu síðani.

– Hetta er ótrúliga ódámligt og hevur null við góðan fjølmiðlasið at gera, og hevði eg vitað um hetta tjóðlveldisfjølmiðlastuntið áðrenn, so var eg ikki møttur, uttan so at eg fekk sama møguleika sum tjóðlveldismaðurin, alt annað er átaluvert, heldur Johan Dahl fyri.

– Mikrofonhaldarí av eini arðari verð.

– Ódámligt má eg viðganga. Okkara skattafíggjaði stovnur eigur at gera tingini reiðiligt og við javnvág , her er ógvuslig slagssíða, skrivar Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin.