Týskvøldið 20. januar klokkan 19.30 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti triðja dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum.
Dysturin í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo verður móti Slovenia.
Slovenia leikti fyrr í dag seinasta venjingardystin undan EM-endaspælinum.
Í aðalroyndini var leikt móti Eysturríki í París í Fraklandi. Slovenia vann dystin 36-31. Í steðginum vóru slovenar á odda 20-15.
Domen Novak var toppskjútti hjá Slovenia við seks málum. Domen Makuc skoraði fimm mál. Lukas Hutecek var toppskjútti hjá Eysturríki við seks málum. Sebastian Frimmel skoraði fimm mál.











