Nógvir spurningar millum kristin fólk hava eitt einsamalt vers til grund, ella nøkur vers sum eru tikin burtur frá tí frásøgu sum tey skuldu verið við til at lýsa. Um so er at ein loyvir sær at gloyma nøkur ting sum Bíblian lærir, so ber til at finna uppá nógv undarligt. Tú kann strika tað sum tú vil hava burtur, so verður pláss fyri nakað nýtt, sum ikki var har frammanundan, men sum tú gjarna vil hava inn.
Soleiðis hevur ein heimsumfatandi samkoma gjørt, við at taka eitt ørindi úr 1. Kor. 15. Paulus hevur nýtt alt kapitlið til at sannføra samkomuna um at ein uppreisn er fyri tey sum eru deyð í trúnni á Kristusi. Hann, ið lesur 1. Kor. 15 er ikki í iva um at tað er akkurát tað Paulus roynir at gera greitt. Men í vers 29 stendur nakað løgið: »Hvat gera tá annars tey, sum lata seg doypa fyri hinu deyðu? Um deyð yvirhøvur ikki rísa upp, hví lata tey seg tá doypa fyri tey?«
Paulus sigur ikki at vit kunnu frelsa tey fortaptu við at lata okkum doypa fyri tey. Hann vísir bara á at nøkur gera tað. Nú vita vit eisini at ein og hvør skal sjálvur taka avleiðingarnar fyri tað sum hann hevur valt. (Rom. 14, 12). Men Paulus hugsaði bara um tað eina, at finna prógv fyri at ein uppreisn er. Hann skrivaði 58 vers út í eitt um tað sama. Men hesi fáu orðini í vers 29 eru hjá mongum nokk til eina læru sum sigur, at tey livandi kunnu lata seg doypa vegna deyð, sum ikki høvdu tikið við kristna trúgv, meðan tey livdu, og tí eru glatað. Her er tað ikki Guds náði sum frelsar vegna trúgv, men vegna hokus-pokus, sum verður framt av øðrum.
Nú er so nógv tosað um at vera trúgvur móti Bíbliuni, at halda seg til Bíbliunnar greiða læru. Men tá er spurningurin, um vit skulu halda okkum til tey greiðu orðini sum standa í einum versi, ella skulu vit halda okkum til ta greiðu læruna sum kemur fram í heildini?
Latið okkum vita hvat hendir tá ið vit fylgja ta greiðu læruna frá einum versi. Í Matt. 5, 37 stendur: »Men tala tykkara skal vera: Ja, nei, nei, nei, men tað, ið kemur út um hetta, er av tí illa«. Kann tað tulkast annað enn orðarætt sum tað stendur? Bert um vit taka heildina. Men ikki so leingi vit halda okkum til tað eina versið. Nokta vit fyrst fyri at tað kann tulkast fyri seg, so hava vit longu góðtikið, at vit ikki kunnu taka eitt vers úr heildini, og byggja eina læru uppá tað. Tað eru nokk av dømum til, men eg haldi at hesi bæði dømini eru nokk til at vísa á hvussu stórur vandin er, um vit gloyma, at Bíblian er ein heild.
Nú eru fleiri samkomur, sum halda, at kvinnur ikki kunnu vera prestar, ella at tær ikki mugu tala í samkomuni, ella í hvussu so er, ikki læra í samkomuni. Her eru tríggir mátar ein kann royna at halda kvinnurnar uttanfyri, ella í tað minsta, at avmarka teirra leiklut í at boða evangeliinum. Tí vil eg spyrja, fyri tað fyrsta: Hava prestar nakra serstøðu í mun til fólk uttan prestakraga ella prestaheiti? Eg meini, at teir ikki hava tað, tí tann gamla prestatænastan varð avtikin á krossinum, hon sum gjørdi prestin til millumgongumann millum Gud og menniskjað. Nú er tað bara Jesus sum hevur ta uppgávuna. Eg veit einki sum nakað menniskja kann gera, sum hjá Gudi kann gera nakran mun fyri onnur fólk, uttan tað eina, at vit kunnu biðja hvør fyri annan.
Men hvat er ein prestur so? 1. Pæt. 2, 9 sigur: »Men tit eru ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk fyri at tit skulu boða frá dygdum hansara, sum kallaði tykkum frá myrkrinum til sítt undurfulla ljós;«?
Tá ið eg lesi hetta ørindið, tá síggi eg, at øll tey trúgvandi eru kallað at boða Jesus sum hin krossfesti Messias. Eg síggi ongastaðni, at munur er millum jøda og grikka, millum mann og kvinnu, ella millum fátæk og rík fólk.
Tað at vit nokta fyri at nakað menniskja kann koma ístaðin fyri Jesus, tað er ikki tað sama sum at nokta fyri, at samkoman kallar fólk at gera fastar tænastur. Vit skulu bara vita, at tey sum verða kallað eru tænarar. Og vit eru biðin um at stuðla og taka væl ímóti teimum sum tæna samkomuni, antin tey doypa ella tey skipa fyri breyðbróting, altargongd, ella hvat tænastu tey hava.
Eg vil venda aftur til hetta, at summi vilja geva monnunum einkarrætt uppá at læra út frá Bíbliuni. Eg trúgvi fast uppá, at tað í okkara heimsparti eru fá sum halda at kvinnur hava minni skil í erva, so tað kann ikki vera høvdið sum er trupulleikin. Men latið okkum vita um vit kunnu finna útav hví Paulus yvir høvur nevndi nakað um at kvinnur skulu tiga; um tað vóru mentunarligar grundir, um umstøðurnar gjørdu tað, ella um hann prædikaði ein ævigan sannleika.
Jødiskir menn vóru umskornir, tað vita vit. Paulus talaði Pætur til rættis, tí hann ikki tørdi at siga bart út, at heidnir menn sum gjørdist kristnir, ikki høvdu fyri neyðini at lata seg umskera. Hann segði hart og týðiliga at hetta gamla, jødiska var avtikið; hann hevði tikið ta evangelisku læruna væl og virðiliga til sín.
Og tó - tað var hin sami Paulus sum seinni syrgdi fyri at fáa Timoteus umskornan! Og hví var tað? Bara fyri at boðskapurin ikki skuldi líða undir at kristnir jødar, sum ikki høvdu skilt at tað gamla var avtikið, teir skuldu ikki hava ampa av tí at Timoteus ikki var umskorin. Tíðin mátti fáa loyvi at fáa hesi tingini uppá pláss. Men beint á tí staðnum, í teirri tíðini, tá var neyðugt at spara samkomuni fyri ósemjur sum kundu oyðileggja trúboðanina. Takið tíð at lesa Aps. 16. 1- 5. Endamálið við at góðtaka mentunarlig trúarkrøv, krøv sum vóru heilt óneyðug, og sum Gud ikki setti, tað endamálið var at styrkja samkomuna. Boðskapurin skuldi út til allan heimin og smálutir máttu ikki forða arbeiðinuim.
Lesið eisini Róm. 14, 15-21 og 1. Kor. 8, 8-13. Tað kann hjálpa til at opna eyguni. Hvussu skilja vit hetta sum Paulus skrivar? Sjálvur skilji eg tað soleiðis, at vit skulu ikki skræða samkomuna sundur fyri at fáa tað ígjøgnum sum vit halda er so umráðandi at fólk halda seg til. Tað vil ikki siga at vit skulu góðtaka falska læru. Vit skulu bara lata vera við at finna uppá egnar halgisiðir, ella at mana fram aftur gamlar halgisiðir. Vit skulu heldur ikki arga tey sum halda at alt er synd, um ikki Jesus eisini gjørdi tað.
1. Kor. 14, 34 er eitt skriftstað, sum gevur mær stórar trupulleikar, tí tað sigur ímóti tí mesta sum eg havi lisið um kvinnurnar í NT. Tað er ikki nokk at vísa til at Paulus var nógv kroystur, tá ið hann skrivaði hetta brævið, tí hann sigur enntá, at tær skulu vera »undirbrotligar, soleiðis sum eisini lógin sigur«.
Nú eri eg ikki so kønur í jødisku lógini, at eg veit hvar hetta er skrivað, eg veit bara at tað ikki er galdandi fyri tey kristnu, og var tað heldur ikki tá ið Paulus skrivaði tað. Hetta kunnu vit meta javnt við umskeringini. Men leggið til merkis, hvat hann sigur víðari! Kvinnur máttu ikki so frætt sum spyrja um nakað. Vildu tær vita nakað so máttu tær bíða til tær komu heim. Har kundu tær sleppa at spyrja sínar egnu menn, um teir nú vóru førir fyri at svara. Hvat so um tær vóru ógiftar ella einkjur? Sluppu tær so ikki at vita nakað sum helst? Var tað soleiðis, so er logikkurin vekk. Pætur hevði rætt, tá ið hann segði, at okkurt sum Paulus skrivaði var heldur ringt at skilja.
Men vit skulu ikki geva skarvin yvir. Fyri tað fyrsta: Lesa vit tað, sum stendur frammanfyri, og lesa vit tað, sum stendur aftaná, so síggja vit hvat Paulus hugsar um. T.v.s. kanska, ella næstan. Tað var rumbul í samkomuhúsinum, fleiri talaðu í senn, og Paulus vildi hava lóg og landaskil, so samkoman ikki gjørdist fyri skommum úteftir. Hann vísir enntá til at Gud er ikki óskils, men friðar Gud, og so kemur finalan: »- sómi og skil veri á øllum«.
Hetta kapitlið, kap. 14, minnir soleiðis um kap. 15, har Paulus, fyri at sannføra tey um at uppreisnin er verulig, vísir til at fólk enntá lata seg doypa fyri tey deyðu. Men hetta er heldur ikki nokk til at koppa tey avgjørdu orðini hjá Paulusi. Tey gera at eg má hava fleiri vitnir sum siga nakað annað. Eg skal koma aftur til hetta, men fyrst má eg gera eitt innskot.
Eg havi tað ynski og ta vón, at tað sum eg nú sigi, skal vera væl skiljandi. Tá ið Jesus varð spurdur um oyðing Jerúsalems og heimsins enda, tá vísti hann til Dánjal, og til eitt serligt fyribrigdi sum Dánjal nevndi. Gud visti sjálvandi at Dánjals bók skuldi verða løgd undir at vera følsk og óálítandi. Men av tí at Jesus vitnaði um hana, so vita vit at hon er ein bók sum vit mugu granska. Minnist til hetta tá ið vit um eina løtu tosa um kvinnurnar við grøvina.
Vit ivast ikki í, at Gud visti at sterkar kreftir skuldu forða kvinnunum at taka lut í evangeliskt arbeiði. Sjálvandi kunnu kvinnur gera eitt stórt arbeiði sjálvt um vit geva teimum slør og tjóra tær í køkshurðina. Vit vita eisini at nógvar kvinnur eru glaðar fyri at ikki hava ábyrgd uttanfyri heimið, eins og menn eru glaðir fyir at sleppa undan ábyrgd í egnum heimi. Men hvussu nógv meira kunnu tær ikki gera um alt samfelagið er teirra arbeiðsøki. Ikki at tala um tær sum ongantíð høvdu børn, ella tær sum bara hava vaksin børn, kanska í øðrum londum. Hetta sigi eg ikki fyri at gera tað til eitt stríð í samkomuni, men eg sigi tað fyri at eingin skal lata seg lokka til at fara aftur í jødatíðina, soleiðis sum tað verður roynt av summum í tí føroyska samfelagnum, eins og aðrastaðni.
Ikki tí. Eg trúgvi ikki at tey gera tað av ondskapi. Tey meina nokk at tey gera rætt, bæði kvinnur og menn, men tað meinti Paulus eisini, tá ið hann vildi til Dam-askusar at handtaka kristnar jødar har.
Latið okkum at enda vita hvat vit finna um kvinnunar lut í tí evangeliska arbeiðinum. Fyrst kunnu vit lesa hvat profeturin segði skuldi henda í framtíðini. Joel 3, 1-2 sigur: »Men eftir hetta skal eg úthella av anda mínum yvir alt hold; synir tykkara og døtur skulu profetera; gamalmenni tykkara droyma dreymar, og ungmenn tykkara síggja sjónir; ja, eisini yvir trælir og trælkvendi skal eg á teimum døgum úthella av anda mínum«; - her hoyri eg ljóðið av Gal. 3, 28 sum sigur at ikki er munur á jørd aog heidning ella á konu og mann.
Nú koma vit til kvinnurnar við grøvina. Áðrenn vit lesa um tða, so vil eg halda uppá, at tað hevur ein meining at kvinnurnar komu fyrst, og at tað er skrivað inn í Bíbliuna. Gud vildi geva okkum eina móvekt móti tí tileinkisgering sum vit hava sæð er framd móti tí virði sum er givið kvinnum. Tað kann nokk sigast betri og greiðari, men hesi eru so tey orðini sum eg havi nýtt.
Men sjálvt um Guds sendiboð hevði víst seg fyri kvinnurnar, so noktaðu hesir sjálvglaðir menn at trúgva tí sum kvinnurnar høvdu sæð við egnum eygum. Hvussu hevði tú upplivað tað um eingin trúði tær? Tíbetur, so var Pætur bæði bráður og forvitin, so hann kundi ikki lata vera at kanna málið.
Hetta kunnu vit lesa um í Matt. 28, 5-10, og Lukas 23, 55-24, 12. Lesið tað!!
Og eitt greitt prógv um at kvinnur eisini vóru evangeliskar, tað finna vit í Fil. 4, 2-3. Vit síggja eisini aðrastaðni at Paulus heilsar og takka kvinnur, men her sigur Paulus tað vakrari enn nakrastaðni: »- tær stríddust saman við mær í gleðiboðskapinum í felagi við Kle-mens og øðrum starvsfeløgum mínum, -«
Eg skal tola at eg ikki fati hví hann hugsaði seg so illa um, tá ið hann skrivaði 1. Kor. 14, 34. Tí granskar tú skriftina, so ber til at fáa tingini uppá pláss.
Thorbjørn Brochs