Kvinna skuldsett fyri innbrotið í svimjihøllina

Ein kvinna varð í dag varðhaldsfongslað í málinum um innbrotið í svimjihøllin í Gundadali í síðstu viku. Hon er varðhaldsfongslað til 26. oktobur.

 

Fríggjadagin varð ein 29 ára gamal maður varðhaldsfongslaður í sama málið, til 4. novembur. Tey hava bæði játtað seg sek í innbrotinum í Svimjihøllina umframt innbrotið í handilin hjá Bláa Krossi, hjá Okkara og í ein kampingvogn.

 

Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at løgreglan nú kannar, um tey kunnu setast í samband við innbrotsbylgjuna, sum var í Havnini í vár. Tá var eftir stuttari tíð brotið inn í fleiri hús og høli í Gundadali og miðbýnum.

- Vit fingu góð spor, tá vit kannaðu innbrotið í svimjihøllina í farnu viku og bíða nú eftir svarið upp á blóðroyndir og annað úr Danmark. So fáa vit at síggja, um tey kunnu knýtast at teimum innbrotunum eisini, sigur Hildur Hentze.

 

Bæði tvey eru kenningar hjá løgregluni og kvinnan er eisini ákærd fyri innbrotið í Mimir herfyri. Ein 26 ára gamal maður fekk sjey mánaðir fongsulsrevsing fyri tað innbrotið og onnur lógarbrot.