A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tveir EM-undankappingardystir í vikuni. Tann fyrri er móti Serbia í Petrovac í dag, meðan tann seinni er móti Svøríki í høllini á Hálsi sunnudagin. Ein dystur, sum Rás2 sigur frá.
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at kvinnulandsliðið er við í EM-undankapping, og luttekur í so stórari altjóða kapping. Tað vóru helst fá, ið væntaðu, at kvinnulandsliðið fór at spæla seg í EM-undankappingina í ár, men tær gjørdu bart við at vinna á bæði Grikkalandi og Finnlandi í Aten fyrr í ár.
Nú stendur ein størri avbjóðing fyri framman. Føroyar eru í bólki við Serbia, Svøríki og Makedonia, ið allar eru sterkar hondbóltstjóðir. Í dag er kvinnulandsliðið í Serbia, har tær skulu spæla klokkan 17.00. Dysturin kann síggjast á heimasíðuni hjá evropeiska hondbóltssambandinum, eurohandball.com.
Tær, ið eru úttiknar til dystirnar móti Serbia og Svøríki eru:
Málverjar:
Viviann Petersen, Selfoss
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin
Útispælarar:
Bjarta Johansen, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil
Marjun Danberg, Neistin
Ninna Johansen, Aalbor HK
Pernille Branderburg, GOG
Siw Matras, TMS Ringsted
Tóra Eliasen, Stjørnan
Turið Arge, Kyndil
Anja Eliasen, Kyndil
Kristianna H. Joensen
Daniella Joensen, Neistin
Agnas Olsen, VÍF
Brynja Høj, Neistin
Anna Brimnes, Rødovre
Venjarar:
Scott Harrington
Sophus Dal Christiansen