Kvinnulandsliðið saman hesa vikuna

A-landsliðið hjá kvinnum er savnað til venjingar í Føroyum hesa vikuna

Liðið fyrireikar seg til HM-undandystirnar móti Kosovo, sum verða í Kosovo í býnum Istog, ávikavist 3. og 5. november. Vinnarin av hesum báðum dystunum skal møta hægri styrkismettum liðið, har spælt verður yvir tveir dystir um eitt pláss í HM-endaspælinum.

 

Hesir dystir verða í viku 14 og 15 komandi ár. Sum liður í fyrireikingunum verða eisini tveir venjingardystir móti íslendska kvinnulandsliðnum. Hesir verða í Føroyum leygardagin 29. og sunnudagin 30. oktober.

 

Føroyska liðið hevur verið saman síðani mánadagin og hava venjingar, fundir og teambuilding verið á skránni. Leygarkvøldið verður venjingardystur móti U16-landsliðnum hjá dreingjum í Hoyvíkshøllini kl. 18.30.

 

- Sonni Larsen, høvuðsvenjari, fegnast og jaligu gongdina á føroysku kvinnusíðuni. Fleiri og fleiri spælarar leita sær avbjóðingar á hægri stigi, og at fleiri spælarar nú spæla regluliga í bestu og næstbestu deildunum í okkara grannalondum. Nevnast kunnu Natasja Hammer og Ingibjørg Olsen, sum spæla í bestu íslendsku deildini, og Annika Fríðheim Petersen, Súna Krossteig Hansen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum spæla í bestu donsku deildini, ið er ein av sterkastu kappingunum, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.

 

Hartil spæla fleiri føroyskir spælarar í næstbestu donsku deildini. Landsliðsvenjarin fegnast somuleiðis um vaksandi breiddina í føroysku kappingini og arbeiðið, sum verður gjørt úti í føroysku feløgunum. Átta lið eru nú í fremstu kvinnudeildini og merkist tað, at fleiri eru um boðið, tá tað kemur til landsliðsplássini.

 

Myndir: HSF

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##