Kvinnulandsliðið til Litava

Í komandi mánaða skal føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti á fyrsta sinni royna seg undir nýggja venjaranum Lene Terp.

Í juni mánaða fer A-landsliðið við kvinnum til Litava at taka lut í Baltic Cup, har mótstøðulondini eru Litava, Lettland og Estland. Kappingin verður skipað við einum innleiðandi dysti og síðan finalu og dysti um 3. plássið.

Lutakast hevur verið um leikskránna, og Føroyar skulu í fyrra dystinum spæla ímóti Estlandi, meðan Litava og Lettland bresta saman. Dysturin móti Estlandi verður spældur hósdagin 10. juni kl. 14.00 føroyska tíð.

Vinnararnir hittast í finalu sunnudagin 13. juni kl. 12.00 føroyska tíð, og dysturin um 3. plássið verður spældur kl. 10.00.

Dystirnir í Baltic Cup verða fyrstu dystirnir hjá Lene Terp sum landsliðsvenjara, og kappingin er liður í fyrireikingunum til HM undankappingina, sum byrjar í september.

Kelda: www.fsf.fo