Tað skrivar Danmarks Statistik í tíðindaskrivi í morgun.
28 prosent av øllum brúdleypum millum tvær kvinnur vórðu í 2018 í kirkjuni. Hjá monnunum vóru tað 23 prosent.
Soleiðis hevur rákið verið øll árini, síðani menn kundu giftast monnum og kvinnur kvinnum í donsku fólkakirkjuni. Soleiðis eru fleiri kvinnur giftar kvinnum í donsku fólkakirkjuni øll árini síðani 2013.
2013 var fyrsta heila árið, at fólk av sama kyni kundu giftast í kirkjuni í Danmark. (kirkjuliga vígslur av fólki av sama kyni vórðu loyvdar 15. juni í 2012).
Kirkjuligar vígslur í Danmark av fólk av sama kyni 2013-2018
##med2##
Kelda: Danmarks Statistik, www.statistikbanken.dk/VIE6
Tað árið, lutvíst flest kvinnupør valdu at giftast, var í 2016. Tá vóru 30 prosent av vígslum millum tvær kvinnur í kirkjuni. Tað árið, har lutvíst flest pør av monnum giftust í kirkjuni, var í 2015, tá 26 prosent av vígslum av monnum vóru í kirkjuni.
2018 var metár fyri vígslur av manspørum og kvinnuørum í Danmark, bæði í kirkjuni og borgarliga. 480 vígslur vóru tilsamans, sum er ein vøkstur upp á 32 prosent síðani 2013, tá 363 pør av sama kyni vórðu gift í Danmark.
Kirkjuligu vígslurnar vóru 126 í 2018, sum er 64 prosent fleiri enn í 2013, tá 77 pør av sama kyni giftust í donsku kirkjunum. 350 pør av sama kyni vórðu gift borgarliga í 2018, sum er 24 prosent fleiri enn í 2013, tá 282 pør av sama kyni vórðu gift borgarliga.
Fyri pør av hvør sínum kyni vórðu 61 prosent av øllum vígslum í 2018 borgarliga, meðan 33 prosent vóru kirkjuligar og 5 prosent vórðu gift uttanlands. Í 1 prosenti av førunum er vígslumyndugleikin ókendur.
Talið av mans- og kvinnupørum, sum hava heimabúgvandi børn, er vaksið við 128 prosentum upp á 10 ár. Meira um tað kann lesast í greinini Flere par af samme køn har hjemmeboende børn. 3.316 børn í Danmark hava foreldur av sama kyni ella foreldur, sum eru gift við einum av sama kyni ella skrásettum partnara. Tað eru tríggjar ferðir so nógv børn, sum fyri 10 árum síðani. Læs mere i publikationen Børn og deres familier, s. 39.
##med3##
Skrásett parlag og hjúnarband millum fólk av sama kyni í Danmark
- Dammark var fyrsta land í heiminum at loyva skrásettum parlag millum tvey fólk av sama kyni
- Lógin varð samtykt í 1989 og gav tveimum persónum av sama kyni rætt til at skráseta seg og fáa somu løgfrøðiligu karmar um samlívið, sum hjúnarband gevur, uttan rættin til at ættleiða børn.
- 15. juni í 2012 var parlag millum fólk av sama og ymsum kyni javnsett. Pør av samam kyni og pør av ymsum kyni kundu nú verða gift og eisini vígd í fólkakirkjuni.
Keldur: Danmarkshistorien, Ankestyrelsen & Kristeligt Dagblad