Meiri enn 1.000 kvinnur úr Nigeria, sum eru komnar til Saudiarabia at taka lut í pílagrímshátíðini í heilaga býnum Mekka í næstum, eru steðgaðar upp á flogvøllunum í Jeddah og Medina. Orsøkin er, at kvinnurnar ferðast einsamallar, og sambært saudiarabiskari lóg kunnu kvinnur bara ferðast, um tær eru saman við monnum. Nakrar av kvinnunum eru steðgaðar, tí tær hava ikki fingið sær eftirnavnið hjá manninum.
Nigeriski sendiharrin í Saudiarabia hevur verið hjá myndugleikunum og mótmælt móttøkuni, sum kvinnurnar hava fingið. Hann skal hava víst á, at reglan, um at kvinnur bara kunnu ferðast saman við monnum, umfatar bara kvinnur, sum eru millum 25 og 35 ára gamlar. Men teir saudiarabisku myndugleikarnir siga, at sjálvt tær, sum eru eldri enn 45 ár, skulu hava menn við sær.
170 av teimum nigerisku kvinnunum valdu at fara heimaftur í gjár, skrivar AFP.