Føroyska kvinnulandsliðið hevur spælt seg víðari úr EM-undanspælinum fyri smátjóðir, sum er í Reykjavík í hesum døgum. Fyrstu dystirnar vunnu tær sannførdandi 3-1 ímóti Luksemburg og síðani 3-0 ímóti Íslandi.
Í dag spældu tær ímóti Liktinstein, og gjørdist talan um ein rættiliga trivaligan føroyskan sigur. Tær vunnu fyrsta sett 25-17, síðani Liktinstein tað næsta 25-19, men so lótu tær føroysku ongan iva vera um restina og vunnu tvey tey síðstu settini 25-14, 25-14.
Purkhús-systrarnar vóru báðar avgerandi í dystinum í dag. Sofía avgjørdi heili 19 bóltar, meðan Elisabeth avgjørdi fýra bóltar við blokki, og varð harvið útrópt besti blokkur í dystinum.
Úrslit
Føroyar – Luksemburg 3-1 25-21, 25-22, 16-25, 25-14)
Føroyar – Ísland 3-0 (25-16, 25-14, 25-16)
Føroyar – Liktinstein 3-1 (25-17, 19-25, 25-14, 25-14)