Kvinnurnar klárar til Italia

Landsliðsvenjararnir í hondbólti hava nú gjørt av, hvørjar tær 16 verða, sum skulu við landsliðnum til Challenge-Cup kappingina um góðan mánað

Hondbóltur


Eitt í føroyskum høpi spildurnýtt navn, nakrar av teimum, sum áður hava sett dám á kappingina og so tær bestu av heimligu leikarunum.
Tað er samansetingin, sum teir báðir, Svein Rógvi Nielsen og Flemming Raben hava valt sær, nú kvinnulandsliðið í hondbólti av álvara skal sleppa at royna seg.
Hetta verður í sonevndu Challenge-Trophy kappingini, sum í ár verður hildin í Italia í døgunum, 27. apríl til 3. mai

Nøvnini
Spildurnýggja navnið í hesum høpinum er Ann Mari Káradóttir. Hon er ikki feskari enn so, at hon hevur verið við til at vunnið fleiri FM-heiti í yngru deildunum hjá VÍF, og verður so lagt afturat, at ættarnavnið upprunaliga er Durhuus, so eigur tað ikki at taka nakran á bóli, at hondbóltsevnini eru sjónsk.
Tær sum nú royna seg uttan fyri føroysku landoddarnar, eru Katrin á Neystabø og Gunnleyg Berg, sum báðar hava eina fortíð í Neistanum. Tær báðar hava, síðani tær fyri tveimum árum síðani fóru til Danmarkar at lesa, gjørt nógv við hondbóltin, og einki er at ivast í, at venjingarstøðan er fult á hædd við tí hjá liðfeløgunum heima í Føroyum.
Samlaði hópurin, sum undan ferðini til Italia ætlandi skal á venjingarlegu í Italia, er hesin:
Málverjar: Helena Dam Poulsen, Tomma Petersen og Fríða Petersen
Útileikarar: Nicolina Eyðbjørnsdóttir, Anna Kristina Samson, Ann Mari Káradóttir, Katrin á Neystabø, Annika Ljósstein, Joan M. Djordjevic, Sóley Mikkelsen, Gurið Mortensen, Bára Skaale Klakstein, Lív Sørensen, Una Olsen, Gunnleyg Berg og Marjun Tróndarson. Venjarar eru sum sagt Svein Rógvi Nielsen & Flemming Raben