Kvinnurnar til Makedonia

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti skal spæla EM-undankapping í Makedonia í november mánaði. Í gjár var lutakast í Nyon, og Føroyar komu í bólk saman við Makedonia, Wales og Kazakhstan. Londini hittast í Makedonia seint í november mánaði, og har fara liðini at spælaein dyst ímóti hvørjum øðrum í eini mini-kapping. Vinnarin av hesum bólki sleppur víðari í kappingini og skal taka lut í vanligu undankappingini til EM í 2008. Kvinnulandsliðið er farið undir fyrireikingarnar til EM-kappingina, og vant verður fleiri ferðir um vikuna við landsliðshópinum.