Sophus Dal-Christiansen, landsliðsvenjari hjá hondbóltskvinnunum, hevur longu tann 14. juni sína fyrstu landsliðssamling í nýggja kappingarárinum. Umframt venjing, so verður talan her um eftirmeting av Challenge Trophy-kappingini, sum kvinnulandsliðið var partur av um mánaðarskifti mars/apríl.