Kvinnurnar vunnu danska Melodi Grand Prix

Tað var kvinnubólkurin Reddi, sum vann donsku Melodi Grand Prix kappingina, sum soleiðis fer víðari til finaluna í Eurovision Song Contest í Italia.

 

 

Blái og guli liturin í ukrainska flagginum sett sín dám á í Jyske Bank Boxen í Herning, sum í kvøld var karmur um donsku Melodi Grand Prix sangkappingina.

Tað regnaði við konfetti yvir kvinnubólkin Reddi, sum við sanginum »The Show« fór við sigrinum í Dansk Melodi Grand Prix 2022.

Tað vóru sum vera man sera fegnar, tá úrslitið var greitt undir lógvabrestum frá áskoðarunum, sum endiliga vóru aftur eftir tvey ár við koronuavmarkingum.

Við sigrinum er eisini atgongumerkið til altjóða kappingina, Eurovisi, sum verður í italska stórbýnum Torina í mai.

/ritzau/

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

Danmark hevur vunnið Eurovision sang kappingina tríggjar ferðir: Í 1963 við Grethe og Jørgen Ingemann við »Dansevise«, í 2000 við Brødrene Olsens og lagnum »Smuk som et stjerneskud« og í 2013 við Emmelie de Forests og lagnum »Only Teardrops«. Nú skulu kvinnurnar í Reddi elta slóðina hjá teimum. - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix