Kvinnuunglingar: KÍF misti á stokkinum – SÍ føroyameistari

SÍ hevur fram at vinna FM-heitini í ungdómsfinalunum, men hesa ferð var um reppið at KÍF koppaði teimum

SÍ hevur fram at vinna FM-heitini í ungdómsfinalunum, men hesa ferð var um reppið at KÍF koppaði teimum, men í avgerandi bóltunum í fimta og avgerandi settinum vísti SÍ FM-form.

Tá skift varð síðu í fimta setti, førdi KÍF við tveimum stigum, men sigurvandu SÍ genturnar tøku seg síðani spakuliga inn á KÍF, og endin varð, at SÍ vann sera spennandi settið 15-13. Munurin millum liðini var bara, at ein flogbóltsdystur kann ikki enda við javnleiki!

Eisini fyrsta settið var sera javnt og endaði 28-26, men samanumtikið ein sera væl spældur dystur, og sera góður stemningur í høllini í Trongisvági, skrivar Flogbóltssambandið.

Kvinnuunglingar:

SÍ – KÍF 3-2 (28-26, 25-17, 23-25, 21-25 og 15-13)

Bestu spælarar vóru:

Eva Gunn Niclasen, SÍ

Jakobina Joensen, KÍF

Mynd ovast: SÍ aftast frá vinstru: Inga Helena Henriksen, Maria Maria í Haraldsstovu Weihe, Katla Henriksen, Bára Jansdóttir, Rajko Petrovich, venjari.

Fremst frá vinstru: Hallgerð Tonysdóttir, Janna Falkvard, Eva Gunn Niclasen, Josefina Eliasdóttir, Sólfríð Højgaard Poulsen.