Talan skal vera um ungar dreingir, sum koyra nógv á prutli bæði um dagin og um náttina. Teir koyra eisini millum Kvívík, Vestmanna og Skæling.
Fólk í bygdini eru vorðin troytt av larminum, sum millum annað órógvar náttarsvøvnin.
Løgreglan sigur, at ymisk átøk verða sett í verk í sambandi við prutlkoyringina.
Samstundis heitir løgreglan á foreldur um at tosa við børnini um at vísa fyrilit og ikki órógva onnur við óneyðugum larmi.
Um hálvgum fýra tíðina í nátt fekk løgreglan fráboðan um ein mann, sum gekk á Velbastaðvegnum og órógvaði bilar, sum koyrdu framvið.
Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at talan var um ein mann, sum hevði tørv á hjálp.
Maðurin var rættiliga ávirkaður, og løgreglan koyrdi hann á læknavaktina.









