Ein 30 metrar langur seglbátur úr Fraklandi við navninum Rara Avis sigldi tíðliga gjáramorgunin bókstaviliga inn í ein aliring hjá felagnum, Mowi í Írlandi.
Hetta var í aliøkinum út fyri Clare Island við innsiglingina til Clew Bay í County Mayo, og sagt verður, at báturin hevði trupulleikar við navigatiónini.
Kyst.no veit at siga, at næstan 70 ára gamli seglbáturin fyrst rakti flotini og sigldi síðan inn í alinótina, har hann varð liggjandi.
- Eingin fólkaskaði var og tey, sum vóru umborð í seglbátinum, vórðu flutt av bátinum til Clare Island, meðan Mowi fór í holt við at fáa bátin útaftur.
Heimasíðan veit at siga, at umleið 100.000 smolt vóru í nótunum og fiskurin í nótini, sum seglbáturin sigldi inn í, varð fluttur umborð í ein brunnbát.
Kyst.no endurgevur Mowi í Írlandi fyri at siga, at tá kavarar kannaðu nótina, vísti tað seg, at hon var heil, og at eingin fiskur var mistur.
##med2##











