Bakteriur drekkivatninum í fleiri bygdum

Bæði í Haldórsvík, Nesvík, Norðskála, Oyrarbakka og Oyri eru bakteriur staðfestar í drekkivatninum

Í Sunda kommunu boða tey nú frá, at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í fleiri bygdum í kommununi.

 

- Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum bæði í Haldórsvík, Nesvík, Norðskála, Oyrarbakka og Oyri.

 

Í kommununi heita tey tískil á sínar borgarar um at kóka drekkivatnið, til vatnið er reint aftur, og boðað er frá hesum.