Heilsutrygd ætlar í september at søkja eftir kommunulækna til nýggju kommunulæknaviðtaluna í Vágum.
Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.
Jóhannis Joensen hevur spurt, nær nýggja kommunulæknaviðtalan verður sett, og um arbeitt verður fyri, at kommunulæknaskipanin í Vágum eisini fer at fevna um ein kvinnuligan kommunulækna.
Sambært landsstýriskvinnuni hevur samskifti verið millum Heilsutrygd og Vága kommunu um hølini til nýggju viðtaluna. Ætlanin fyri hølini er nýliga góðkend.
Heilsutrygd er eisini í samskifti við kommunulæknarnar í grannaviðtalunum um, hvussu samstarvið við nýggju viðtaluna kann skipast.
Tá starvið verður lýst leyst, verður tó ikki miðað eftir at seta ein lækna av ávísum kyni.
Landsstýriskvinnan sigur, at Heilsutrygd í setanartilgongdini fer at fylgja setanarpolitikki landsins og leggja dent á at seta tann umsøkjaran, sum úr einum heildarsjónarmiði er best skikkaður til starvið.
Hon vísir samstundis á, at nýggja skipanin við heilsuøkjum hevur givið borgarum størri møguleika at velja millum kommunulæknar.
Vágar eru partur av heilsuøki 3, sum eisini fevnir um Sørvágs, Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur umframt Kollafjørð, Signabø og Oyrareingir í Tórshavnar kommunu.
Í heilsuøki 3 eru í løtuni seks kommunulæknaviðtalur. Ein er mannað við avloysarum, tríggjar við mannligum kommunulæknum og tvær við kvinnuligum kommunulæknum. Kvinnuligu kommunulæknarnir starvast á Norðskála og í Kollafirði.
Borgarar í øllum heilsuøkinum kunnu velja millum kommunulæknarnar í økinum og hava sostatt eisini møguleika at velja ein kvinnuligan kommunulækna.









