Kvotan hjá bólkinum skal fyrst vera fiskað

Treytin fyri at fáa loyvi at fiska av øðrum makrelkvotum enn sínum egnu, er, at kvotan hjá bólkinum er fiskað.

Hósdagin 11. september 2014 boðaði Fiskimálaráðið frá, at onnur skip kunnu fiska av kvotunum, sum upprunaliga eru latnar línuskipum, útróðrarbátum, garnaskipum og øðrum - ella tilsamans 2.800 tons av makreli.

 

Eisini kunnu onnur skip fiska av teimum 6.500 tonsunum, sum vórðu sett av at brúka í samráðingum við onnur lond.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur nú gjørt av, at treytin fyri at fáa loyvi at fiska av nevndu kvotum er, at kvotan hjá bólkinum, sum fiskifarið er í sambært § 4-12 í kunngerð nr. 84 frá 4. juli 2014, er fiskað.

 

- Tey, ið ætla at fiska av hesum kvotum, skulu søkja Vørn - Fiskiveiðieftirlitið - um fiskiloyvi, sigur Fiskiveiðieftirlitið í dag.