Kykmynd: Gilli brendi risa málmøguleika

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini AaB-AGF 0-2, har Gilli Rólantsson átti at havt skorað

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá fyrru hálvfinaluni í donsku steypakappingini millum AaB og AGF, sum AGF heldur óuppiborið vann 2-0.

Ímóti dystarenda hevði Gilli Rólantsson ein risa málmøguleika inni í brotsteiginum hjá AGF, sum kundi tryggjað AaB eitt væl frægari útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna í Århus, men tíverri bleiv skotið hjá Gilla rættað av.

Gilli Rólantsson var bara ein av fleiri AaB-leikarum, ið brendi góðar málmøguleikar, sum upptøkurnar eisini vísa.

Tað er rásin "FIFAXxXCraft", sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.