Kykmyndir: Meistararnir aftur á kós

B36 vann í gjár fyri fyrstu ferð í ár, meðan NSÍ framvegis hevur tað trupult móti stóru liðnum

B36 vann í gjár 3-0 á NSÍ í 3. umfari í Effo-deildini. Ibrahima Camara, Róaldur Jakobsen og Gestur B. Dam skoraðu málini fyri B36.

 

Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

NSÍ hevði lítið at siga ímóti væl upplagda B36 lið, sum var frammanfyri 1-0 eftir 1. hálvleik. Tá ið NSÍ miðskeiðis í 2. hálvleiki misti Jens Joensen, var støðan 3-0, og harvið var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Hóast NSÍ einki stig hevði við sær úr Gundadali, so eru teir í Runavík framvegis ovast á talvuni.

 

NSÍ er framvegis nummar eitt í Effo-deildini, meðan B36 er á einum deildum øðrum plássi við TB og HB.

 

B36-NSÍ 3-0 (1-0)

1-0: Ibrahima Camara

2-0: Róaldur Jakobsen

3-0: Gestur B. Dam