Kyndil aftur á beint

Meistararnir úr Kyndli tóku alt á Skála, og eru nú besta boðið upp á ein kappingarneyta hjá VÍF

Hondbóltur

Eftir tapið fyri H71 seinast, vóru boðini til Kyndils-leikararnar greið sunnudagin. Ein sigur á StÍF var krav, um sambandið við oddaliðið úr VÍF ikki skuldi detta heilt burtur.
Hinvegin vildu strandingar sjálvsagt eisini hava ein sigur. Bæði tí liðið nú so smátt er um at isolerast í botninum, men so sanniliga eisini sum eitt slag av hevnd til Kyndil, sum meira ella minni læt StÍF úr, tá liðini hittust í fyrra sínamillum dystinum í grundspælinum.

Skrædnaði um steðgin
Fyrsta partin av dystinum sá eisini út til, at talan skuldi gerast um trupla uppgávu hjá Kyndli. Strandingar tóktust tendraðir til dystin, og fyrstu tjúgu minuttirnar var millum lítið og einki, sum skilti partarnar.
Seinastu løtuna undan steðginum skrædnaði tó eitt sindur. Frá 9-9 broyttist støðan til 10-15, og so megnaði StÍF ongan tíð aftur at skapa nakran spenning. Kyndil helt við skilagóðum spæli fast um leiðsluna. Teir tóku eingi óráð fyri, og einsamallur megnaði Sveinur Justinussen ikki at høgga nóg nógvar bóltar í kassan, soleiðis at munurin kundi minkast.

Aftur á beint
Og so stendur greitt, at Kyndil nú aftur er um at koma á beint. Higartil í ár hava teir bæði heil- og hálvkiksað móti ávíkavist KÍF og H71, og higartil hevur tað kostað, at VÍF hevur skrætt seg leyst í oddinum.
Hinvegin hevur spælið hjá Kyndli í øðrum dystum ? eitt nú í heimadystinum móti VÍF ? verið av slíkum slag, at fáur man ivast í, at liðið aftur í er eitt av teimum, sum skulu takast heilt alvorliga, tá tosað verður um FM-biðlar.
Strandingar tykjast hinvegin ganga í sama sporinum. Tað ræður um at byggja nýtt upp, og so má tað bara takast við, at tað kostar í úrslitunum í ár.

Fakta um dystin
StÍF-Kyndil 22-32 (10-15)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 12(3), Pauli Hansen 3, Leivur Justinussen 2, Alexandur Johansen 2, Artur Johansen 1, Bárður Danielsen 1, Borgar Danielsen 1
Kyndil: Josef Abrahamsen 9(3), Finnur Hansson 5(1), Jakob Jónsson 4, Hans Áki Dal Christiansen 4(2), Høgni Klein 3(1), Ragnar Stakksund 2, Hans Arni Thomsen 2, Rókur Akralíð 2, Hjalti M. Jacobsen 1
Brotskøst: StÍF 6, Kyndil 10
Útvísingar: StÍF 7, Kyndil 6
Dómarar: Kristian Johansen & Dánjal Samuelsen.