Kyndilskvinnur eru nú fimm stig og ein nógv betur málmun frammanfyri VB nú bert trý umfør resta í kappingini í hvonndeildini.
Kyndilskvinnur vunnu í dag ein tryggan 29-22 sigur á VB í høllini í Vági. Í steðginum var Kyndil so greitt á odda sum 19-11.
Marianna G. Eystberg gekk undan hjá Kyndli, og hon skoraði ikki færri enn 12 mál í dag. Turið Arge Samuelsen skoraði seks mál og Bára K. Hansen skoraði fimm mál.
Barbara K. Hjelm gjørdist toppskjútti hjá VB við sjey málum. Caroline Ladefoged skoraði seks mál fyri VB.
Í høllini á Skála vann Stjørnan 30-19 (13-9) á botnliðnum, StÍF. Jansy Jacobsen gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við níggju málum. Birna Mikkelsen gjørdist toppskjútti hjá StÍF við fimm málum.
2. páskadag møtast VÍF og Kyndil í Vestmanna. Tann dysturin byrjar klokkan 15. Hevði VB vunnið í dag hevði tann dysturin havt eitt munandi størri spenningsmoment.
Kyndil møtir VÍF í Vestmanna 2. páskadag. 5. apríl spælir Kyndil á heimavølli ímóti Neistanum, og sunnudagin 15. apríl spælir Kyndil á heimavølli ímóti Stjørnuni.
VB tekur ímóti Stjørnuni 2. páskadag. VB spælir á útivølli leygardagin 8. apríl ímóti StÍF. Leygardagin 14. apríl tekur VB ímóti VÍF á heimavølli.
Støðan (kelda: hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 20 | 607 | 467 | 140 | 36 |
KYNDIL | 21 | 591 | 442 | 149 | 34 |
VB | 21 | 552 | 460 | 92 | 29 |
NEISTIN | 21 | 485 | 501 | -16 | 19 |
STJØRNAN | 21 | 489 | 522 | -33 | 14 |
H71 | 21 | 469 | 548 | -79 | 13 |
STÍF | 21 | 343 | 596 | -253 | 1 |