Kyndil í føðingardagshýri

Hóast árini av álvara nærkast teimum hálvthundrað, so spruttar Kyndil av ungdómi og spæligleði. Avrikið sunnudagin taldist millum tey bestu á árinum, og við sigrinum mest sum vissaði Kyndil sær pláss í finaluni

Hondbóltur

Ferð eftir ferð hevur StÍF prógvað, at tá teir standa við rygginum móti múrinum, eru fá lið í landinum, sum megna at standa teimum kurl.
Í so máta mundi teir hjá Kyndli vita av, at talan var um alt annað enn lætta uppgávu, tá teir sunnudagin tóku móti StÍF. Ein dystur, sum nærum pr. definitión er bæði tættur og undirhaldandi. Og hesa ferð eisini ein dystur, sum fyri Kyndil kundi at kalla staðfesta finaluluttøkuna, sum helst skal vera seinasta punktumið í runda árinum.

Stórspæl
Størsti trupulleikin hjá Kyndli í ár hevur ofta verið stóru sveiggini í avrikunum. Tá liðið spælir upp til sítt besta, eru helst eingi lið í landinum, sum standa teimum kurl. Men hinvegin hevur pílurin eisini peiggjað niður eftir fleiri ferðir, við kostnaðarmiklum stigamissum sum fylgju.
Sunnudagin var tó eingin ivi. Frá fyrsta bríksli settu kyndilsmenn seg á dystin. Álopini skolaðu við fullari ferð, og ikki minst eydnaðist til fulnar at spæla tunt, áðrenn vengrirnir endaðu álopini. Serstakliga lá væl fyri at skora av vinstra veingi, meðan Høgni Klein og Rókur Akralíð eisini vóru støðugar hóttanir mitt fyri.
Strandingar, sum eisini vóru nakað skerdir, tí Alexandur Johansen nóg illa fekk tikið lut í dystinum, tóktust ongan tíð av álvara at fáa fatur í dystinum. Bæði tí grøna verjan gjørdi sítt arbeiði - men ikki minst, tí Kyndil í málinum hevur Lars Black. Ein spælari, sum helst kandiderar til heitini sum bæði ársins málverji og ársins stjørnuskot. Serstakliga var leiklutur hansara týdningarmikil, tá StÍF móti endanum av fyrra hálvleiki royndi at seta ferð. Júst í mest týðandi løtuni togaði hann tá tvær týðandi bjargingar fram, soleiðis at munurin varð hildin til hálvleiks.

Sveinur ov einsamallur
Og eftir steðgin var eingin ivi. Kyndil skoraði fyrstu fimm málini, og so var alt at kalla avgjørt. Sjálvandi kundi talan verið um okkurt katastrofalt kollaps, sum hevði loyvt strandingum aftur í dystin, men Kyndil var als ikki sinnað at geva nakra føðingardagsgávu. Við stabilum spæli hildu teir alla tíðina fast, og fagnaðurin á áskoðaraplássunum tóktist bara vaksa fyri hvørt málið, sum varð sent inn handan Marian Cirloganescu.
Hjá StÍF var at kalla bert Sveinur Justinussen, sum royndi at muta ímóti. Skothóttanirnar frá honum vóru eisini støðugar, men fleiri ferðir eydnaðist tó sterku miðverjuni hjá Kyndli at blokka skotroyndirnar. Og tá hóttanir ikki komu aðra staðni frá, megnaðu gestirnir av álvara at hótta sigurin.

Finalurómur
Avrikið sunnudagin mest sum bílegði Kyndli eitt pláss í FM-finaluni. Enn er matematiska vissan ikki til staðar, men megna teir grønu at basa KÍF mikudagin, so er leyst og liðugt. Og verður hugt at hagtølunum millum júst KÍF og Kyndil, so er valla nøkur orsøk at halda, at Kyndil ikki skal vinna tann dystin.
Hjá strandingum tykist hinvegin hálvgum svart nú. Heilt lidnir eru teir tó ikki, men nú krevst hjálp - frá Kyndli. Fyrst og fremst, so skulu strandingarnir hugsa um at vinna sínar dystir, sum eru móti VÍF og H71. Enda hesir við sigri, so er treytin hartil hjá strandingum, at Kyndil vinnur seinasta dystin í endaspælinum. Tann dysturin er á heimavølli móti VÍF.

Fakta um dystin
Kyndil-StÍF 29-22 (13-9)
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 9(3), Rókur Akralíð 6, Hans Áki Dal-Christiansen 6(3), Janus Einar Sørensen 3(1), Josef Abrahamsen 2, Hjalti M. Jacobsen 2, Ragnar Stakksund 1
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Leivur Justinussen 4(2), Bárður Danielsen 4, Artur Johansen 3(1), Borgar Danielsen 3, Bent Djurhuus 1
Brotskøst: Kyndil 8, StÍF 5
Útvísingar: Kyndil 2, StÍF 1
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen. Einstøk mistøk, men høvdu sum heild gott tak á.