Kyndil-StÍF 27-25 (15-14) Flott farvæl hjá Kyndli

Í sínum síðsta heimadysti hetta kappingarárið, megnaðu kvinnurnar hjá Kyndli umsíður tað, sum ikki hevur borið til í teimum 18 undanfarnu dystunum: At vinna

HONDBÓLTUR

Tað hevur verið ein mótbrekka í allan vetur, men at tað so bragdaði í næstsíðsta dystinum, sum somuleiðis var síðsti heimadysturin í vetur, skal vera teimum grønu væl unt.

Talan var gjøgnumgangandi um ein rímiliga javnan dyst, har Kyndil tó vísti størra yvirskotið og serliga í seinna hálvleiki vísti viljan at vinna so mikið, at tað munaði. Í fyrra hálvleiki var StÍF oftari frammanfyri, men slapp ongantíð avstað, tí Kyndil svaraði alla tíðina væl aftur.

Beinanvegin í seinna hálvleiki sást av álvara møguleikin fyri, at ársins fyrsti sigur kundi vera í nánd, tí eftir at hava verið eitt mál frammanfyri í steðginum, økti Kyndil munin upp í fimm mál fyrstu fimm minuttirnar.

Tomma avgjørdi

Men hóast kvinnurnar hjá StÍF ikki ordiliga tóktust tendraðar, mannaðu tær seg upp í seinna hálvleiki og komu tær upp á javnleik 23-23, tá bara 10 minuttir vóru eftir at spæla. Men tá var tað, at málverjin hjá Kyndli, Tomma Petersen, skoraði eitt tað mest avgerandi málið í dystinum, so Kyndil kom framum og ongantíð misti leiðsluna aftur.

Kyndil vann bóltin og skuldi í álop, og StÍF-málverjin, Eline Larsen, helt seg síggja møguleikan fyri einari sending frá Tommu langt fram á vøllin, og tí fór hon út á vøllin at verja fyri. Men hetta sá Tomma, og í staðin fyri eina fríspæling, royndi hon seg við einari væleydnaðari skotroynd á málið í hinum endanum – og so var altso 24-23 til Kyndil.

Løtu seinni skoraði toppskjúttin hjá Kyndli, Jacklin Durhuus, til 25-23, og so var meira ella minni leyst og liðugt, og hóast Kyndil eigur aftasta plássið í Sunset-kappingini, er tað ikki longur við einum nulli.