Kyndilskvinnur vunnu seg í Faxe Kondi steypafinaluna við einum samlaðum 64-40 sigri á Stjørnuni. Í finaluni møtir Kyndil VÍF, ið vann samanlagt 53-46 á H71. Talan er um eina endurtøku av finaluni í fjør. Í fjør vann VÍF 23-19 í finaluni.
Tað mesta av arbeiðnum var gjørt í fyrru hálvfinaluni á útivølli, tá Kyndil vann 34-19. Í dag vann Kyndil 30-21. Í steðginum var Kyndil á odda 14-6.
Súna K. Hansen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Turið Arge Samuelsen skoraði seks mál fyri Kyndil.
Tóra Eliasen gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við sjey málum. Katrin Bertholdsen skoraði fimm mál fyri Stjørnuna.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Turið Arge Samuelsen, ið skoraði seks mál fyri Kyndil í dag. Turið sigur, at fyri hana og liðfelagarnar var tað týdningarmikið at avrika væl frá dystarbyrjan. Nú vónar Turið, at hon og liðfelagarnir kunnu spæla eina munandi betri finalu hesaferð enn seinast, tá tær taptu 19-23 ímóti VÍF.
2) Hoyr samrøuna Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá Stjørnuni, Per Klarup, ið er glaður fyri avrikið Stjørnan framdi í bólkaspælinum í Faxe Kondi steypakappingini, ikki minst ímóti Neistanum sum klaksvíkskvinnur sendu úr kappingini. Men Per viðgongur, at serliga heimadysturin ímóti Kyndli var ein niðurtúrur, og nú verður tað hansara uppgáva at fáa spælararnar uppá sama støðið aftur, ið tær vístu í bólkaspælinum.