Kyndil-VÍF 23-26: Samrøður og samanumtøka frá FM1

(FM1) Hoyr samrøður við toppskjúttan hjá VÍF, Liljuna Djurhuus og venjaran hjá Kyndli, Bárð Johannessen

Vestmannakvinnur livdu lívið farligt ta einu løtuna í fyrru FM-finaluni í høllini á Hálsi í kvøld. VÍF var á odda 23-16, men Kyndil gjørdi eitt ódnartak og kom uppá javnleik 23-23. Tá traðkaði Liljan Djurhuus í karakter og meddaði tvey mál inn, og so streik VÍF við sigrinum. Við javnleiki ella sigri í Vestmanna leygardagin endurvinna vestmannakvinnur FM-heitið.

 

VÍF var greitt á odda 15-9 í steðginum. Liljan Djurhuus var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Durita C. Jojic skoraði sjey mál og Agnas Olsen skoraði seks mál fyri VÍF. Turið Arge Samuelsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Bára Krossteig Hansen skoraði seks mál og Marianna Geirsdóttir Eystberg skoraði fimm mál fyri Kyndil. 

 

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI, 

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann siga frá dystarendanum. Claus Rasmussen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá VÍF, Liljuna Djurhuus, ið var sera fegin um at kunna hjálpa liðnum hjá sær uppá turt við nøkrum avgerandi málum. Liljan Djurhuus ásannar tó, at tær í VÍF kunnu ikki loyva sær eina skoringspavsu uppá 11 minuttir í aðru FM-finaluni í Vestmanna leygardagin.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Kyndli, Bárð Johannessen. Bárður ásannar, at tað manglar nakað mentalt í hjá kyndilskvinnum fyri at fáa avgjørt ein slíkan dyst tá tær eru komnar uppá javnleik 23-23.

4) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum tað sum sá út til at blíva ein VÍF-uppvísningur, men sum móti endanum kortini bleiv ein spennandi dystur.