Kyndil vann lættliga á TEAM Klaksvík

Tá 12 minuttir vóru farnir av dystinum, var Kyndil frammanfyri 8-1, og so var dysturin avgjørdur. So stutt kann takast saman um tað, sum hendi í Badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld.

 

Kyndil kom ongantíð í vanda í dystinum, var eitt skifti á odda 11-4 í fyrra hálvleiki, og tá farið varð til hálvleiks, var støðan 15-8.

 

Spælið var ikki so ógvuliga gott í fyrra hálvleiki, tí nærlagnið var ikki av tí mesta. Í seinna hálvleiki lá heldur betur fyri, og úrslitið gjørdist so ein sigur á 16 mál, 31-15.

 

Royndastu spælararnir hjá Kyndli sótu langar løtur á beinkinum í kvøld, og yngri spælarar sum Høgni Klein Olsen, Kristoffur Kristoffersen, Julian Johansen, Rúni Johansen og Thorvald Abrahamsen fingu nógva spælitíð. Teir stóðu seg væl, m.a. í fleiri góðum skjótálopum.

 

Dystir sum tann í kvøld kunnu viðhvørt minna um venjingardystir, tí munurin er stórur, og betra liðið verður ikki trýst stórvegis. Øðrvísi verður sunnudagin, tá H71 vitjar í høllini á Hálsi. Tá krevst alt nærlagnið, sum menn eiga í sær.

 

- Kyndil hevur nú vunnið á VÍF, StÍF og TEAM Klaksvík. Fyrsta dystin taptu vit ímóti KÍF. Spennandi verður at síggja, um tað eydnast at koma upp á 8 stig sunnudagin, skrivar Kyndil á heimasíðuni.

 

Atlantic Airways-kappingin 20. okt. 2010

Badmintonhøllin í Klaksvík

TEAM Klaksvík-Kyndil 15-31 (8-15)

Málskjúttar: Rúni 8, Bárður 6, Kristoffur 4, Hans Áki, Josef 3, Rani 2, Hans Arne 2 og Høgni 1