Kyndilsvenjarin gevst

Birgir Hansen, sum hetta kappingarárið hevur vant kyndilskvinnurnar, fer nú frá sum venjari. Nýggjur venjari verður helst Lotte Sørensen

Hondbóltur


- Tað eru fleiri orsøkir til, at eg nú havi tikið avgerð um at steðga sum venjari hjá kvinnunum.

Hetta sigur Birgir Hansen, eftir at hann fyrst hevur váttað fyri Sosialinum, at hann nú fer at gevast sum venjari.


Hevur verið í umbúnað

Hann sigur, at tað sum so hevur ligið í luftini eina tíð, at hann ikki varð verandi í sessinum. Hetta fyrst og fremst orsakað av, at tað hevur verið ógvuliga tungt at fáa arbeiði og venjingar at hóska saman. Hann leggur tó afturat, at vánaliga ítróttarliga gongdin sjálvsagt eisini hevur gjørt sítt til at skunda undir avgerð hansara.

- At tað so hevur drigið nakað út við hesum, kemst fyrst og fremst av, at vit hava verið samd um, at tann loysnin, sum fekst á venjaraspurninginum eftir hetta, skuldi verða ein varandi loysn. Nú røkist fyri, at hetta mál er loyst, og allar helst verður talan um ein kvinnuligan venjara.


Spælandi venjari

Spurdur, um tað er Lotte Sørensen, sum talan er um, váttar Birgir, at so er. Hann vísir á, at Lotte hevur lokið fleiri venjaraskeið, og hann roknar eisini við, at talan kann gerast um eina sera spennandi blanding.

Enn er alt tó ikki komið endaliga í rættlag hesum viðvíkjandi, og ætlanin var undir øllum umstøðum, at Birgir eisini skuldi standa við stýrisvølin, tá Kyndil mikukvøldið spældi steypadyst móti Neistanum. Ein dystur, sum kann hava alstóran týdning fyri gongdina hjá Kyndli hetta kappingarárið.