Sjónvarpið í støvuta rúminum var tendrað. Og í sofuni lá tann deyða kvinnan - tann 38 ára gamla Joyce Carol Vincent.
Óhugnaliga sjónin møtti teimum, sum í januar 2006 saman við einum lásasmiði fóru inn í íbúð hennara í norðara parti av London.
Orsøkin til hetta var, at leigarin hevði hvørki goldið fyri húsaleiga ella gas. Men útleigarin sjálvur gjørdi ongatíð vart við seg.
Kanningar vístu síðani, at talan var um 38 ára gomlu Joyce, sum helst doyði ein natúrligan deyða á vári 2003 í eini íbúð, sum myndugleikarnir høvdu útvegað henni. Hon hevði annars havt eitt gott arbeiði, millum annað hjá kenda grannskoðarafelagnum Ernst&Young. Einki bendir á, at hon var bundin at rúsevnum ella livdi á niðastu rók í samfelagnum. Talan var heldur um eina vakra, lívliga og væl umtókta kvinnu.
Spurningurin um, hví hon slapp at liggja soleiðis og so leingi, hevur verið ringt at uppspurt. Men filmskvinnan, Carol Morley setti sær fyri at kanna hetta málið og lagnu hennara. Hon fór gjølliga til verka, og brúkti samfull fimm ár til hetta arbeiðið.
Úrslitið av hesum arbeiðinum er filmurin "Dreams of a Life", sum varð vístur fyrstu ferð í gjárkvøldið á filmsfestivalinum "British Film Industry London Film Festival" , hóast hann fyrst kemur á marknaðin í mars mánaði næsta ár.