2. deild
Hjá teimum næstbestu í Klaksvík er setningurin altíð at fáa so mikið nógv stig, at liðið framvegis skal halda fram í næstbestu deildini. Soleiðis er tað eisini í ár. Í fjør eydnaðist tað at skava so mikið saman í nógvu teimum fyrstu umførunum, at tað so at siga lupu fleiri stig av, tá ið tað nærkaðist kappingarenda, og KÍ slapp væl og virðiliga undan niðurflytingar hóttanini.
LÍF plagdi at vera við í kappingini um heiðursmerkini og harvið uppflyting til bestu deildina, men nú eru tað fleiri ár síðani, at leirvíkingar vóru so mikið væl fyri. Tey seinnu árini hevur LÍF fleiri ferðir verið við í stríði fyri at sleppa undan niðurflyting.
Um úrslitið í grannauppgerðini í Klaksvík í fyrsta umfarinum skal takast sum mátisnórur, so kundi tað bent á, at luturin hjá KÍ og LÍF fer at líkjast honum, sum var galdandi í fjør.
KÍ vann 3?1, og tað var bara lítlu løtuna, eftir at LÍF hevði minkað um munin til 2?1, at teir hóttu KÍ. Men so skoraði heimaliðið eftir skjótálop, og harvið var spenningurin burtur.
Miðverjin Andrass Jacobsen skoraði fyrsta KÍ málið miðskeiðis í 1. hálvleiki. Tað gjørdi hann, eftir at hann hevði vunnið bóltin av LÍF miðverjuni og gjørdist einsamallur við Allani Joensen í LÍF málinum.
Eftir ein tíma økti Marius Nystrøm Hansen. Uppspæliðvar í høgru, og bólturin støkk eftir takling í brotsteiginum til Marius, sum var leysur og skoraði.
LÍF minkaði um munin í 79. minutti. Petur Sjúrðarberg varð feldur í brotsteiginum, og málverjin, Allan Joensen, sendi bóltin framvið John William Joensen í KÍ málinum.
Og so var tað, at LÍF luktaði í hvussu so er eitt stig í einar fimm minuttir. KÍ verjan kendi seg kroysta og sparkaði fleiri ferðir burtur. Men fimm minuttir fyri leiklok staðfesti 16 ára gamli Jón Jacobsen, sum fyrstu ferð royndi seg í vaksnamannadeildini, heimasigurin. Í kontraálopi í høgru, sum David Bertholdsen og John Havn stóðu fyri, legði seinast nevndi innfyri til ódekkaða miðvallaran í vinstru, sum skoraði.
KÍ?LÍF 3?1 (1?0)
1?0: Andrass Jacobsen
2?0: Marius Nystrøm Hansen
2?1: Allan Joensen br
3?1: Jón Jacobsen