Føroyar hava í kvøld tapt 3-0 í U21 landsdysti í Litava. Hetta var fyrsti dysturin í nýggjari undankapping. Eli Hentze er nýggjur venjari, og Hegga Samuelsen er nýggjur hjálparvenjari.
Á vøllinum var føroyska liðið ongantíð niðurspælt, hóast heimaliðið í løtum í fyrra hálvleiki var omaná.
Undan steðginum var eitt mál skorað. Tað var við brotssparki, sum føroyski málverjin, sum frammanundan hevði havt framúr bjarging, var so óheppin at gera.
Eftir steðgin leikaði tað leingi rættiliga javnt á. Litava økti við frísparki úr vinstru og upp í nærra málkrókinum, og fýra minuttir undan leikloki varð trivaligi 3-0 sigurin staðfestur.
Litava-Føroyar 3-0 (1-0)
U21 undankappingardystur
Í Telsiai í Litava hósdagin 8. juni 2017 kl. 17.00
1-0: Romanovskij br 28.
2-0: Janonis 80.
3-0: Baniulis 85.
Dómari: Keith Kennedy úr Norðurírlandi
Litava: Edvines Gertmonas – Dominykas Barauskas, Rimvydas Sadauskas, Sigitas Olberkis, Audrius Lauč (Aldas Korsakas, 46.) – Giedrius Matulevičius, Klaidas Janonis – Justas Lasickas (Paulius Ditkevicius, 63.), Daniel Romanovskij (Linas Mégelaitis, 83.), Eligijus Jankauskas – Edvinas Baniulis
Venjari: Carit Falch
Føroyar: Elias Rasmussen - Benjamin Heinesen, Bartal Wardum, Ólavur Niclasen, Erlendur Magnusson - Jóannes Bjartalíð (Jann Benjaminsen, 83.), Betuel Hansen (Petur Knudsen, 88.), Jákup B. Andreasen, Meinhard Olsen - Teit Jacobsen, Hákun Edmundsson.
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Karsten Hansen, Bjarni Petersen, Ari Olsen, Dan í Soylu, og Høgni Egilstoft Nielsen.
Gult kort: Teit Jacobsen 88.
Venjari: Eli Hentze
Hjálparvenjari: Hegga Samuelsen
---
93) 3-0
LIÐUGT
90) 3-0
Tríggir minuttir lagdir aftrat.
88) 3-0
Petur Knudsen avloysir Betuel Hansen
88) 3-0
GULT KORT. Teit Jacobsen sær gult fyri ógvusligt fríspark.
85) 3-0
3-0: Edvinas Baniulius
Nú verður talan um stórtap. Eftir innlegg úr høgru, legði heimamaðurin seg afturav, áðrenn hann heilfluktaði upp um seg sjálvan og í handara síðunetið.
84) 2-0
Jann Benjaminsen avloysir Jóannes Bjartalíð.
80) 2-0
2-0: Janonis
Betuel Hansen gevur fríspark uttanfyri brotsteigarsamankomingina í høgru. Bólturin verður sendur úr 22 metrum, framvið manngarðinum og dygst undir nærru samankomingini.
75) 1-0
Letland horna í høgru, og føroyska verjan beinir bóltin burtur.
73) 1-0
Jóannes Bjartalíð leggur við frísparki frammarlaga í høgru innfyri, men bólturin ferðast ov høgt og fer út til málspark.
70) 1-0
Teit Jacobsen taklar bóltin av verjuspælara og til Jóannes Bjartalíð, sum er á brotsteigarmarkinum og mitt fyri, men tað verður taklað út til horna, áðrenn Jóannes fær skotið.
67) 1-0
Fínt føroyskt álop. Benjamin Heinesen leggur langt fram í høgru, Teit Jacobsen leggur av baklinjuni og út frá, og Hákun Edmundsson, sum er eitt sindur kroystur, fær ikki rættiligt skot á.
65) 1-0
Litava tiltuskar sær horna í høgru - tað fyrsta í dystinum.
63) 1-0
Teit Jacobsen fluktar úr átjan metrum, men bólturin fer við síðuna av málinum.
62) 1-0
Teit Jacobsen er á fótum aftur.
59) 1-0
GULT KORT. Justas Lascikas sær gult fyri sera ófantaligt fríspark ímóti Teit Jacobsen, ið liggur skaddur á vøllinum.
58) 1-0
Síðstu løtuna hevur bólturin verið nógv á føroyskum fótum. Samanspælið hevur verið á góðari leið, men enn er ov lítil tyngd og broddur á síðsta fjórðinginum.
52) 1-0
Meinhard Olsen kastar langt frammarlaga úr vinstru og inn í málteigin. Jákup B. Andreasen snittar bóltin víðari, og tað er tætt við at verða heilt vandamikið, men málverjin fær tikið bóltin.
50) 1-0
Fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin hevur bólturin verið á føroysku hálvuni mest sum alla tíðina, uttan at talan hevur verið um málmøguleikar.
46) 1-0
Føroyska liðið gevur bóltin upp. Teir somu ellivu eru komnir aftur á vøllin, sum vóru har í fyrra hálvleiki.
Í fyrra hálvleiki hevur heimaliðið verið omaná. Talan hevur tó ikki verið um greiða yvirvág. Umframt - óneyðuga brotssparkið sum bar mál við sær - so hevur Litava havt ein heilt góðan møguleika og so er ein aftrat. Fram ímóti steðginum vóru tvær góðar føroyskar atsóknir í høgru.
---
HÁLVLEIKUR
45) 1-0
Ein minuttir lagdur aftrat.
42) 1-0
Fínt álop í høgru, sum endar við, at Teit Jacobsen smekkar til úr brotsteigarsamankomingini. Málverjin bjargar bestu føroysku royndini higartil.
41) 1-0
Teit Jacobsen roynir við skoti úr spískum í høgru, og málverjin bjargar lættliga.
40) 1-0
Tað mesta gongur fyri seg millum brotsteigarnar báðar. Nú endaði tað eftir uppspæl í vinstru og innfyri við skoti at brotsteigarmarkinum, og bólturin fór framvið málinum aftanfyri Elias Rasmussen.
34) 1-0
Føroyar vinna fyrsta hornasparkið. Meinhard Olsen leggur innfyri úr vinstru, men verjan stútar burtur.
33) 1-0
Risa møguleiki til heimaliðið at økja um leiðsluna, tá ið spælt verður fram ímillum vongverja og miðverja í høgru, men Elias Rasmussen bjargar í ein móti einum støðu.
28) 1-0
1-0: Romanovskij br
Støðan var lítið vandamikil, tá ið tað endaði við klossutum brotssparki. Elias Ramussen fekk hondina á, men bólturin fór í netið.
27) 0-0
Elias Rasmussen ger brotsspark
23) 0-0
Føroysku spælararnir vísa nú stórt sjálvsálit í samanspælinum.
19) 0-0
Erlendur Magnusson ger fríspark á brotsteigarmarkinum í vinstru, men Elias Rasmussen loftar, tá ið lagt verður innfyri.
16) 0-0
Teit Jacobsen vinnur fríspark á mótstøðuhálvuni,men málverjin boksar burtur, tá ið lagt verður fram í brotsteigin.
14) 0-0
Tað gongur javnt á. Litava hevur aftur havt skotroynd, men Elias Rasmussen bjargaði lættliga. Vit bíða framvegis eftir fyrstu føroysku royndini ímóti mótstøðumálinum.
11) 0-0
Uppspæl í høgru endar við innleggi, sum heimaverjan blokerar. Skjótt mótálop sum einki spyrst burturúr.
07) 0-0
Gott føroyskt uppspæl í vinstru, men einki spyrst burturúr, tá ið Erlendur Magnusson leggur innfyri.
04) 0-0
So varð Jankauskas spældur púra leysur við framlegging eftir miðásinum, men Elias Rasmussen bjargaði meistarliga í ein móti einum støðuni - sera stórur møguleiki.
03) 0-0
Heimaliðið hevur verið mest á bóltinum fyrstu løtuna, men enn hevur einki verið, sum líkist spentari støðu.
01) 0-0
Litava gevur bóltin upp.
00) 0-0
Hákun Edmundsson er liðformaður á føroyska liðnum.
00) 0-0
Dómarin er úr Norðurírlandi og eitur Keith Kennedy.
00) 0-0
Líkindini at spæla eru góð. Tað eru seytjan hitastig, sólin hevur huga at kaga undan, tað er turt, og vøllurin er turrur.
Klokkan 16 fer bólturin á rull í Litava, har føroyska U21 landsliðið nú skal royna seg í fyrsta undankappingardystinum, síðani Eli Hentze varð venjari.
Nýggi venjarin hevur saman við hjálparvenjaranum sett liðið, sum sær soleiðis út:
Føroyar: Elias Rasmussen - Benjamin Heinesen, Bartal Wardum, Ólavur Niclasen, Erlendur Magnusson - Jóannes Bjartalíð, Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen, Meinhard Olsen - Teit Jacobsen, Hákun Edmundsson.
Á beinkinum: Karsten Hansen, Bjarni Petersen, Ari Olsen, Dan í Soylu, Petur Knudsen, Jann J. Benjaminsen og Høgni Egilstoft Nielsen.
Venjari: Eli Hentze
Hjálparvenjari: Hegga Samuelsen