Lóggevar ynskja snarfund fyri at hava tamarhald á Boris Johnson

Sambært bretskum sjónvarpi hava lóggevar avtalað at biðja um snarfund um brexit fyri at tvinga stjórnina at akta.

Bretskir lógarsmiðir ætla í dag at søkja um at fáa eitt heilt serligt kjak, har teir vilja leggja trýst á konservativu stjórnina at almannakunngera skjøl um avleiðingarnar av einum hørðum brexit uttan avtalu.

Eisini er ætlanin at trýsta Boris Johnson til at halda seg innan fyri lógina.

Tað skrivar stjónvarpsstøðin ITV.

Eitt tíðindafólk hjá ITV skrivar á Twitter, at tjóðartingslimirnir hava avtalað ætlanina á einum fundi seint í gjárkvøldið.

Andstøðan er í alsamt størri mun óttafull fyri, at Boris Johnson fer at royna at sleppa undan eini nýggjari lóg, sum skal undirskrivast av drotningini í dag.

Lógin varð samtykt í síðstu viku. Hon fer at tvinga forsætisráðharran til at søkja um at útseta brexit, um tingið sigur nei til ES-avtalu, ella stjórnin kemur aftur uttan avtalu við ES í seinasta lagi 19. oktober.

Lóggevararnir hava stóran áhuga í at síggja skjølini hjá stjórnini, sum vísa, hvat stjórnin sjálv heldur fer at henda uttan eina avtalu við ES.

Konservativa stjórnin er komin í minniluta, eftir at 21 konservativir tinglimir hava atkvøtt saman við andstøðuni fyri eini nýggjari lóg. Teir 21 eru síðani tveittir úr Konservativa flokkinum hjá Boris Johnson.

Leygardagin legði arbeiðs- og pensjónsráðfrúan, Amber Rudd, frá sær. Hon segði, at hon ikki hevur álit á, at Johnson hevur eitt veruligt ynski um at samráðast um eina skilnaðaravtalu við ES. Hon óttast, at hann við evsta markið 31. oktober fer at taka Bretland úr ES púra uttan avtalu.

Tað er ein gongd, sum sambært fleiri búsksparfrøðingum og bretska ídnaðinum fer at kosta Bretlandi dýrt.

 

/ritzau/Reuters