Ólóglig hostasevja seld í Føroyum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í dag gjørt av at afturkalla hostasevju av slagnum, "Prosan Propolis Halsmikstur, stærk", sum verður seld í brúnum glasfløskum á 200 ml.

Orsøkin er, at tilsetingarevnini E216 og E218 eru í sevjuni.

Hetta eru tvey tilsetingarevni, sum sum bæði hoyra til bólkin parabenir og hvørki teirra eru loyvd haldevnir í kostískoytum.

Talan er um øll partínummur og øll haldførisdato, sum verða afturkallað.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at ongin bráðvandi stendst av at taka hetta slagi av hostasevju, men evnini verða kortini mett at vera skaðilig í longdini og tí eru tey bannað í ES.

Av tí sama verður hostasevjan nú afturkallað.

Tey, sum hava keypt hetta slagið av hostasevjum kunnu antin lata handlinum aftur, ella tey kunnu beina hana burtur