Nú farið var inn á heimasíðuna hjá landsins hægsta embæti, HYPERLINK "http://www.tinganes.fo" www.tinganes.fo, kom mær í hug orðini hjá Job: “Vreiði hans slítur meg sundur og eltir meg, hann bítur á kampi móti mær, fíggindarnir hvessa eyguni at mær.” Ein løgmaður, sum vónandi hevði eina veika løtu, táið blekkið skvatlaði burturúr húsinum, leypur frontalt, í órógvandi sinnismuni, á ein vanligan føroying, sum eisini er tingmaður. Við einum ótali av embætismonnum, spunasmiðum og ráðgevum sum hjálparum, meira og minni fjølskyldir, hevur tað eydnast politiska oddvita landsins at varpa eitt tíðindaskriv út frá løgmansskrivstovuni, ið meiri at kalla kann rópast ein subjektiv menniskjanslig psyko diagnosa av undirritaða.
Í fyrstu tíðindasendingini hjá útvarpinum ímorgun herjaði Kaj Leo Johannesen á Høgna Hoydal, men eftir at løgtingsformaðurin gav løgmanni so vøtturin situr í, á miðdegi, reagerar hann sum ein kiptur hani, ið kann renna í ein góðan minutt eftir at heysurin er slitin av honum. Úti undir væðingini á øllum mannabørnum liggur ein berserkur og slotar. Sum skilst eisini hjá Kaj Leo. Og ístaðin fyri at vísa seg sum ein mann, og átaka sær fulla og heila ábyrgd av mistakinum, við ikki at møta á tingfundinum ígjár, so heldur hann fram sum avvápnaði drongurin í skúlagarðinum, nú hann pumpar greyt úr sínum góða høvdi, og ákærir undirritaða fyri líkt og ólíkt.
Eg havi ongantíð mist orðið, hvørki á Løgtingi ella á Fólkatingi. Átalurnar frá formansskapinum hesi næstan 12 árini í politisku skipanini kunnu teljast á einari hond, tí skilji eg ikki rættiliga, hvat ið gongur fyri seg handan skallabeinini á løgmanni. Ákærurnar kennast tó aftur frá eini sending í Rás2, har maðurin slapp at sita og pussa sína gloriu og busta sínar veingir við at átala onnur, - harímillum fleiri tingmenn. Annars situr Kaj Leo tíðum og órógvar tingviðgerðirnar, serliga táið tjóðveldisfólk hava orðið, hetta vita øll sum ferðast í umhvørvinum, men yvirhøvur bera fólk yvir við barninum í vaksna kroppinum.
At løgmaður ikki virðir tað mest fundamentala í politisku skipanini, skákingina ímillum vøldini, við ikki at møta á fundi, har evsta valdið hevur ætling um at fregnast um politisk mál hjá útinnandi valdinum, er nú eitt, annað er, at sami maður brúkar heimasíðuna hjá landsins hægsta embæti at svína ein vanligan føroying út, við allari tí óhumsku sum sálarligu løðingar hansara goyma í sær.
Fegnist alt meira, fyri hvønn dag sum gongur, at eg atkvøddi ímóti, sum hin einasti annars, at Kaj Leo Johannesen gjørdist Føroya løgmaður. Sum ein kendur statsmaður einaferð bar fyri munni: “Søgan fer at geva mær rætt !” Fyri samfelagsins sakir átti tingið ongantíð at sagt hesum kallinum tey kendu orðini: “Welcome, Mr. Chance.”
ES: Annars fari eg at heita á løgmann um at fáa onkran at rætta stavivillurnar, áðrenn hann aftur fer at senda líknandi ríður av illsinnisglepsum út á allar landsins portalar, og harvið kring allan heimin.