? Heðin eigur avgerðina einsamallur, og tað er fullkomiliga líkamikið, hvat Kaj Leo og eg hava avtalað, tí vit sleppa ikki longur enn at tosa við Heðin og appelera til Heðin, sigur løgmaður Jóannes Eidesgaard ? Eg havi tosað við Jóannes um hetta, og hann sigur, at bólturin liggur hjá sær, at hann skal tosa við Heðin Mortensen, so tað bíði eg bara eftir. Soleiðis sigur Kaj Leo Johannesen við Sosialin í dag, og nú hava vit konfronterað løgmann við hesa útsøgn.
? Eg vil siga, at uttan mun til hvar bólturin liggur, er hetta málið lagt undir eitt øgiligt trýst nú, tá tað bleiv alment kent, at Sambandsflokkurin hevur gjørt semju um, at Kaj Leo skal vera komandi landsstýrismaðurin.
Sambært stýrisskipanarlógini er tað løgmaður, sum setir og loysir landsstýrismenn úr starvi, og tí hava boðini frá Sambandsflokkinum í gjár ikki gjørt málið lættari at loysa.
? Eg haldi man var í so bráður í gjár at fara út við boðskapinum, tí man hevur givið hesum aktuella málinum eitt sovorðið trýst, sum er óneyðugt og oftari ger tað truplari at finna eina skilagóða loysn, sigur Jóannes Eidesgaard.
Í samrøðu við Sosialin í dag, sum eisini verður partvíst endurgivin her á portalinum, sigur Kaj Leo Johannesen, at hann og løgmaður hava eina greiða avtalu um, at um Lisbeth L. Petersen ella Kaj Leo Johannesen fer í farloyvi ella úr tinginum, so verður tað í hvussu so er ikki Heðin Mortensen, sum tekur við. Hesa útsøgn gera vit løgmann varugan við, og hann svarar soleiðis:
? Jamen, Kaj Leo veit sjálvandi tað, at tað nyttar ikki hvat vit báðir avtala, tí avgerðina eigur Heðin Mortensen. Men tað, vit hava avtalað, og tað vil eg eisini gera alt sum stendur í mínari makt til, er at taka málið upp við Heðin Mortensen, tí hetta er ein nokkso løgin støða, sum politiska skipanin er endað úti í, sigur løgmaður og slær fast, at tað er fullkomiliga líkamikið hvat Kaj Leo og hann hava avtalað, tí teir sleppa ikki longur enn at tosa við Heðin Mortensen og appelera til hansara.