Løgmaður hevur í dag verið á fundi í Stokkhólmi við sínar norðurlendsku starvsbrøður og systrar.
Tað boðar Løgmansskristovan frá.
Fyrrapartin tók løgmaður lut í einari ráðstevnu um ungdómsarbeiðsloysi í Norðurlondum. Løgmaður vitjaði eisini framsýningar, har londini vístu fram, hvat tey gera fyri at bøta um stóra ungdómsarbeiðsloysið, sum valdar í flestu norðurlondum.?
Aftaná høvdu stjórnarleiðararnir fund, har fleiri mál vóru á skránni, m.a. grønur vøkstur, átøk á heilsuøkinum og toppfundurin, sum verður hildin á Ársfundi Norðurlandaráðsins í oktober.?
Seinnapartin hevði løgmaður fund við sínar starvsfelagar úr Grønlandi og Álandi, har tey umrøddu mál av felags áhuga. Aleqa Hammond (Grønland) og Camilla Gunell (Áland) vóru á einum máli um at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Áland í tí norðurlendska samstarvinum.
Á myndini sígjast rá vinstru Gunnar Gunnarsson (íslendskur ambassadørur í Svøríki), Marit Nybakk, presidentur í Norðurlandaráðnum, Dagfinn Høybråten, aðalskrivari í Norðurlandaráðharraráðnum, Jens Stoltenberg, Helle Thorning-Schmidt, Frederik Reinfelt, Camilla Gunell, Aleqa Hammond og Kaj Leo Holm Johannesen.